Roknskapurin 2023-06 er liðugur at avgreiða

18-07-2023

Stovnsleiðarar kunnu frá týsdegnum 18. juli til og við týsdagin 8. august góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá mikudegnum 9. august til og við mánadagin 14. august góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 9. august. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Týsdagin 15. august verður tíðarskeið 2022-06 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified