Roknskapurin 2018-10 er liðugur at avgreiða

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá mikudegnum 21. november til og við fríggjadagin 30. november góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá 1. desember til og við mikudagin 12. desember góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 1. desember. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Hósdagin 13. desember verður tíðarskeið 2018-10 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified