Koronatilbúgving og virksemið hjá Gjaldstovuni

13-03-2020

Sum partur av almennu tilbúgvingini ímóti koronasmittuni, hevur Gjaldstovan tikið stig at tryggja starvsfólkini, samstundis sum kjarnutænasturnar halda fram. Upplýsingarnar á heimasíðuni verða dagførdar, so hvørt broytingar eru.

Virksemið hjá Gjaldstovuni verður ávirkað, nú koronasmittan ger, at Føroyar fara niður í ferð.

Fyri at verja starvsfólk og viðskiftafólk fyri koronasmittu, hevur leiðslan á Gjaldstovuni gjørt av, at flestu starvsfólk skulu arbeiða heimanífrá frá 16. mars og í tvær vikur. Hóast avmarkingar, leggja vit doyðin á at avgreiða allar okkara uppgávur.

Gjaldstovan hevur fleiri týðandi samfelagsuppgávur, og vit veita landsstovnum, kommunum og kommunalu samstørvunum tvørgangandi tænastur. Tænasturnar eru millum aðrar Landsnet, lønarútgjald, Búskaparskipan landsins, bókhald, roknskapur og gjaldingar.

Vit miða eftir, at øll virkisøki halda fram, so væl, sum tað nú einaferð letur seg gera:

  • Landsnet veitir sínar tænastur, sí her
  • Pengar verða fluttir
  • Rokningar verða skrásettar
  • Tað verður bókað og stemmað av
  • Lønir verða skrásettar og útgoldnar
  • Vaktætlan verður umsitin og avgreidd
  • Vit arbeiða eftir ætlan við ársroknskapinum fyri 2019
  • Roknskapargóðkenningar verða framleiddar
  • Bókingar frá stovnum við egnum skipanum, verða innlisnar.

Til kommunurnar er at siga:

  • Vit innlesa kommunuroknskapir, og ætlanin at innlesa ískoytisskeið 2020-13 í apríl er óbroytt.

Vit skulu minna á, at eisini í hesum tíðum er ógvuliga týðandi, at vit fylgja roknskaparreglugerðini og trygdarpolitikkunum, sum stovnarnir hava.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified