Bóking á 2018, leigusáttmálar og eyðmerking av skjølum

20-11-2017

Latið er nú upp fyri roknskaparárinum 2018, so til ber at skráseta á tíðarskeið 01-18.

Tað er viðkomandi fyri t.d. vegskattarokningina fyri fyrru hálvu 2018 og fyri blaðhald 1. ársfjórðing 2018, sum Sosialurin sendur út í næstum.

 

 

Eyðmerking av skjølum

Týdningarmikið er, at stovnarnir týðiliga eyðmerkja skjølini á rætt fíggjarár, ið send verða Gjaldstovuni at skráseta - tað veri seg lønarumbønir, fakturar, kreditnotur o.t.

 

Leigusáttmálar

Nú ið vit fara um ársskiftið 2017/2018, eiga afturvendandi gjaldsordrar, fyri t.d. húsaleigu, studningar o.s.fr., at verða endurnýggjaðir.

Stovnarnir verða bidnir um at senda Gjaldstovuni nýggjan gjaldsordra fyri 2018 og um at leggja viðkomandi skjøl við, t.d. húsaleigusáttmála.

 

RVG - Rokningarverkgongd

Sera umráðandi er, at fakturar, við dagfesting í 2017, sum skulu á 2018, og øvugt, fáa røttu dagfestingina í "GL Date"

  

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified