Gjaldstovan hevur ment nýggja skipan 'Bóking millum stovnar'

20-12-2023

Á BSL Portalinum er ein nýggj flís komin, sum eitur BMS, Bóking millum stovnar.

Skipanin kemur í staðin fyri oyðubløðini EK 28.0, 29.0 og 30.0 Bóking millum stovnar.Tit plaga at brúka hesi oyðubløðini. Nú skulu tit brúka nýggju skipanina í staðin.

Sum í flest øllum skipanum hjá Gjaldstovuni, so skal vera ein skrásetari og ein leysgevari á hvørjum stovni. Skrásetarin skal skráseta útgjøld ella krøv, sum skulu sendast øðrum stovnum. Skrásetarin góðkennir eisini krøv, sum koma frá øðrum stovnum. Leysgevarin leysgevur krøvini, sum aðrir stovnar hava sent.

Gevið gætur ! Sigið okkum, hvør á tykkara stovni skal vera skrásetari, og hvør skal vera leysgevari. Upplýsið okkum navn og LN nummar. Sendið boðini til hogni@gjaldstovan.fo

Eru onnur ivamál, kunnu tit seta tykkum í samband við Agnas Djurhuus á agnas@gjaldstovan.fo ella á 352411.

Vegleiðing er løgd við, sum greiðir frá, hvussu skipanin verður brúkt.

----

Bókingar millum egin stovnsnummur verða ikki gjørdar í hesari skipanini. Tað verður, sum áður, gjørt í Høvuðsbók.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified