Ársroknskapurin 2017 er liðugur at avgreiða

22-03-2018

Sera týdningarmikið er at fáa góðkent 2017-14, tí hetta er samstundis góðkenning av roknskapinum fyri 2017.

Hjá flestu stovnum er eingin broyting í tíðarskeið 2017-14 í mun til tíðarskeið 2017-13.

 

Tíðarfreistirnar eru:

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá hósdegnum 22. mars til og við mikudagin 28. mars góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá hósdegnum 29. mars til og við hósdagin 5. apríl góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 29. mars. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Fríggjadagin 6. apríl verður tíðarskeið 2017-14 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified