Ásetingar

Í 1997 varð sett í gildi roknskaparkunngerðin um almenna roknskaparverkið. Undan tí vóru so at siga ongar týðandi reglur galdandi fyri almenna roknskaparhaldið í Føroyum. Endamálið við at seta í gildi roknskaparkunngerðina var at fáa økið væl skipað.

Eftir 1997 eru krøvini at umsita almennan pening alsamt herd.

Krøv eru um, hvussu ein fíggjarætlan verður til, hvussu roknskaparhaldið verður skipað á almennu stovnunum, hvørji kontuskipan verður skrásett eftir, hvørjar roknskaparmeginreglurnar eru og nær stovnurin tekur neyðug búskaparlig atlit. 

Tær týdningarmestu ásetingarnar á roknskaparøkinum, eru her.
 
Eisini verður kravt, at allar roknskaparskrásetingar fara fram í somu skipan. Nevniliga Búskaparskipan landsins. Tað eru nógvir brúkarar, stovnar, ymisk sløg av virksemi og nógvar miðspjaddar búskaparloysnir, sum skulu sampakka, fyri at framleiða roknskapin í sentralu roknskaparskipanini. Tí er neyðugt við tíðarfreistum, standardiseringum, mannagongdum og vegleiðingum, sum eru savnaðar í vinstra bredda.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified