Talgild fakturering frá 2018

05-12-2017

Í 2018 skulu ognarar senda landinum talgildar rokningar

Løgtingið hevur við løgtingslóg nr. 56 frá 10. mai 2017 um talgildar rokningar ásett, at frá 1. januar 2018 skulu ognarar senda landinum talgildar rokningar umvegis eina rokningahandfaringarstøð.

Ognarin kann antin senda talgildar rokningar beinleiðis úr egnari roknskaparskipan, ella hann kann nýta rokningaportalar, sum P/f Elektron (MínRokning) og Sp/f Farpay bjóða.

Í dag eru umleið 60% av øllum rokningum, sum landið móttekur, talgildar rokningar. Ætlanin er, at allir føroyskir og danskir ognarnar skulu senda landinum talgildar rokningar.

Teir ognarnar, sum ikki senda talgildar rokningar, senda sum er rokningar við teldubrævi (viðheft pdf skjal) ella sum fysisk brøv. Hesar rokningar hava verið sendar Gjaldstovuni at gera um til talgildar rokningar – antin við at teldubrøvini eru send víðari (til rokning@gjaldstovan.fo) ella sum fysisk brøv.

Seinni í 2017 verður teldupostkassin rokning@gjaldstovan.fo tikin niður, og tær rokningar, sum á Gjaldstovuni handliga skulu gerast um til talgildar rokningar, skulu sendast sum fysisk brøv.

 

Kunning til stovnar, ognarar o.o. á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni

Fíggjarmálaráðið/Gjaldstovan – saman við Vinnuhúsinum – fer at gera kunningarátak um lógarkravið um talgildar rokningar.

Á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni verða tvey yvirlit – eitt fullfíggjað við øllum GLN nr. (fyrr EAN nr), sum almennir stovnar og onnur, sum brúka Búskaparskipan landsins, hava. Hetta verður dagført regluliga.

Hitt yvirlitið er ein listi við virkjum, stovnum, kommunum o.ø., sum Gjaldstovuni kunnugt senda talgildar rokningar. Endamálið við hesum yvirliti er bæði ein kunning til almennar stovnar, so teir vita, hvørjir veitarar senda talgildar rokningar – og avleitt, hvør ið ikki sendir talgildar rokningar. Annað endamál er, at kommunur og privat virkir, sum ynskja at móttaka talgildar rokningar, skulu síggja, hvønn ið tey kunnu heita á um at senda sær talgildar rokningar. – Ætlanin við at fremja talgilda fakturering var eisini, at hetta skuldi koma samfelagnum sum heild til góðar.

Roknskapardeildin á Gjaldstovuni kann veita kunning og ráðgeving um talgilda fakturering – bæði til almennar stovnar og til privat virkir, sum hava tørv á kunning.

 

Samskifti millum almennar stovnar og ognarar

Ein skiftistíð verður, áðrenn allir ognarnar hava gjørt neyðugar broytingar í egnari roknskaparskipan – um teir ikki nýta rokningaportalar sum alternativ loysn.

Tað er tó almenni stovnurin, sum í tí dagliga hevur samskiftið við ognara sín um rokningar. Almenni stovnurin skal boða ognara sínum frá, at hann skal hava talgildar rokningar, herundir upplýsa GLN nr (EAN nr) fyri ognaranum.

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified