Nýggj útgáva av Ferðaavrokning

04-09-2018

Nú eru enn fleiri hentleikar tøkir í Ferðaavrokning, ið varð tikin í nýtslu í juni 2018. Í høvuðsheitum er talan um 4 broytingar:

  • Til ber nú m.a. at strika eina ferð, sum er góðkend og klár at gera upp. Treytin er, at einki ferðaforskot er á ferðaloyvinum.

    Upprunaliga vóru góðkenning og leysgeving tvær sjálstøðugar uppgávur, sum kundu avgreiðast óheftar av hvørjari aðrari. Við broytingini kann leysgevingin ikki fara fram, fyrr enn ferðin er góðkend.

  • Um brúkarin er skrásettur sum stovnsleiðari í BSL, so skal ferðaloyvið ikki góðkennast/leysgevast, treytað av, at ikki verður biðið um ferðaforskot.
  • Viðheft skjøl til ferðina við fartelefonini, meðan tú ert á ferð.

Vegleiðingin er tøk heimasíðuni.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified