Gjaldstovan við á Jobmatch 2022

28-12-2022

Gjaldstovan er við á Jobmatch 2022. Jobmatch er árliga starvsstevnan, har høvi er at koma í samband við stóran part av tí føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Okkara virksemi er skipað í trý høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins og Talgildu Føroyar. Vit eru á leið 70 starvsfólk. Høvuðssætið er í Albert Hall á Argjum, og ein skrivstova er í Klaksvík. Vit hava góðar arbeiðsumstøður og dugnalig og ágrýtin starvsfólk. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast, og vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum.

Jobmatch verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 29. desember kl. 12.

Gjaldstovan er á básunum # 31-33 í Stórhøllini saman við Hagstovuni og Landsbankanum.

Bílegg jobprát og vitja síðuna Jobmatch.fo.

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified