Gjaldstovan skipar fyri fyrilestri um AI og RPA

11-09-2019

Gjaldstovan skipar fyri fyrilestri um AI og RPA í Smæruni hósdagin 12. september kl. 9.00.

Endamálið er at fáa sett automatisering á skrá, og í tí sambandi fer Danska fyritøkan Droid Agency at greiða frá RPA (Robotic Process Automation) og AI (Artificial Intelligence) eisini nevnt tilgjørt vit, og um hvussu hesi kunnu nýtast í almenna geiranum.

Í Føroyum er hópin av tilgongdum talgildaðar seinastu árini. Hóast væl ávegis, er tað ein sannroynd, at fleiri av handaligu uppgávunum ikki verða talgildaðar uttan tøkni sum RPA.

RPA kann handfara størri mongdir av afturvendandi uppgávunum hjá starvsfólki, sum verða endurtiknar eftir ávísum mynstri t.d. tvørtur um skipanir. Uppgávur, ið ikki krevja nakrar serligar førleikar at loysa. Yvirskipaðu fyrimunirnir við RPA í mun til vevtænastur og aðrar loysnir er, at tøknin er einfaldari, skjót at seta í verk og bíligari at reka. Hóast fleiri mannagongdir krevja persónliga viðgerð, kann RPA sostatt lata málsviðgeran brúka tíðina skynsamari, og tí verða RPA forrit ofta nevnd skrivstovurobottar. Starvsfólkini verða sostatt nøgdari og nýtast ikki brúka tíð upp á vanauppgávur.

Gjaldstovan er elsti fyrisitingarligi stovnurin í Føroyum, og í sambandi við at stovnurin fylti 80 ár fyrr í ár, hevur verið skipað fyri fyrilestrum um tøkni í almenna geiranum. Hetta er triði fyrilesturin í røðini aftaná fyrilestrarnar um Blockchain og Talgildu Føroyar. Gjaldstovan umsitur KT kervið í almenna geiranum, og verkætlanin Talgildu Føroyar er eisini skipað á Gjaldstovuni.

Fyrilesturin er frá kl. 9.00 - 11.00 og er serliga ætlaður teimum, ið eru áhugaði í tøknini, og teimum, ið arbeiða við uppgávum, ið kunnu automatiserast.

Av tí at tað eru avmarkað pláss, er neyðugt at tekna seg við at senda teldubræv til gjaldstovan@gjaldstovan.fo at vita um pláss eru tøk.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified