Talgildar rokningar til tað almenna

02-10-2018

Gjaldstovan sær, at tað eru stovnar, sum veruliga hava lagt seg eftir at biðja veitarar senda talgildar rokningar – talan er viðhvørt um veitarar, sum vit ikki hava verið í sambandi við.

Gjaldstovan hevur givið veitarum, sum senda fleiri enn 50 rokningar um árið til almennar stovnar (tilsamans), boð um innan 1. november 2018 at fáa viðurskiftini í rættlag, soleiðis at tey fylgja lógarásetingini um at senda landinum talgildar rokningar. Veri seg við portalinum á gjaldstovan.fo ella beinleiðis úr egnari roknskaparskipan.

Hendan lógaráseting hevur tó eisini ein vinkul, sum vendir inneftir, og tað er, at almenni innkeyparin tryggjar, at veitarin heldur lógarásetingina – lutvíst við at biðja um talgildar rokningar (upplýsa EAN/GLN nr., og hvør ið bíleggur), og lutvíst við at frávelja veitarar (um møguligt), sum ikki halda lógarásetingina. Undir Talgildar rokningar liggur listi við teim meira enn 300 føroysku veitarunum, sum senda talgildar rokningar (verður støðugt dagførdur) – eisini hvørjir veitarar ið eru bidnir um at fáa viðurskiftini í rættlag. So almenni stovnurin hevur møguleika fyri at leggja trýst á veitaran ella at velja veitara, sum sendir talgildar rokningar.

Í fyrsta umfari verða rokningar frá teim veitarum, sum eru skrásettir í omanfyri nevndu yvirlitum, ikki ljóslisnar longur. Almenni innkeyparin skal senda hesar retur við boðum um at senda talgilda rokning, tí stovnurin hevur ikki móttikið rokningina, fyrrenn hon er móttikin talgilt.

Í viðkomandi skrivi verður kunnað meira um evnið.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269