Starv í Keyp Landsins

 

Starv í Keyp Landsins

Gjaldstovan hevur seinastu tvey árini arbeitt við at skipa Keyp Landsins sum eitt virkisøki burturav. Hetta skal skapa álit á almennu keypstilgongdina og skal merkja, at landið eisini kann fáa meira fyri minni. Økið er skipað sum sjálvstøðugt virkisøki undir stjóranum, og í løtuni starvast eitt starvsfólk á deildini. Uppgávan er at skipa fyri útboðum, tilboðum, undantøkum, keypsportali, vegleiðingum, eftirliti, frágreiðingum og líknandi tiltøkum. Vit hava sett leiðara fyri virkisøkið og fara nú eitt stig víðari við at uppmanna økið.

Um starvið

Økið er í dag grundað á ráðgeving, viðgerð av undantøkum og rammusáttmálum, umframt at vit hava framleitt góð hagtøl at byggja víðari á. Tú skal vera við at byggja víðari upp á tað, ið higartil er rokkið. Fyri framman liggur at gera nýggjan keypsportal, vegleiðingar, fremja eftirlit, gera frágreiðingar og mangt annað.

Tú skal vera við til at

  • gera vegleiðingar og hjálpa stovnum við at gera útbjóðingartilfar
  • samskipa útboð á Gjaldstovuni
  • fremja útboð og gera rammuavtalur tvørtur um ráð og stovnar
  • kunna ráð og stovnar um ætlanir og politikk
  • gera prísavtalur við veitarar
  • hava eftirlit við, at avtalur verða fylgdar
  • viðgera umsóknir um undantøk frá kravinum um útboð
  • gera árliga frágreiðing:
    • um gongdina og úrslit
    • um nøgdsemið hjá borgarum og vinnu
    • við tilmæli um broytingar.
  • uppbyggja skrásetingarskipanir, ið geva yvirlit
  • støðugt menna Keypsportalin
  • gera stakroyndir og greiningar.

Samstarv við fólk á Gjaldstovuni við øðrum førleikum er eisini týðandi fyritreyt fyri at arbeiða á Keyp landsins. T.d. at samstarva um KT, miðling, heimasíðu, skráseting og bókhaldi, eftirlit, sáttmálar skjalhald og innannet.

Dagført rundskriv um keyp av vørum og tænastum er tøkt á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum og vísir eisini, hvørjar uppgávur Gjaldstovan hevur á hesum øki.

 

Førleikar

Tú hevur viðkomandi útbúgving so sum bachelor, kandidat ella aðra útbúgving á samsvarandi stigi.

Vit framleiða nógv skjøl og annað tilfar við m.a. løgfrøðiligum innihaldi, tí er neyðugt, at tú kann arbeiða skipað og miðvíst og dugir væl at orða teg skrivliga á føroyskum. Vit leggja stóran dent á góðan handilsskap. Hagtalsgrundarlagið hjá okkum er uml. 230.000 rokningar árliga, og tí skal tú eisini duga at gera greiningar og arbeiða við tølum.

 

Eginleikar

Økið er enn í eini menningartilgongd, tí eru tínir sterkastu eginleikar, at tú torir at fara undir allar uppgávur, tekur tær til tín og loysir tær.

Tað er tað, vit sóknast eftir. Tað er ikki neyðugt at vera serfrøðingur í løgfrøði, Excel ella SQL, men tú er tann, ið setur teg inn í tingini, fer í gongd og biður um hjálp, um brúk er fyri tí. Áræði er tí avgerandi.

Arbeiðið hjá Keyp Landsins skal broyta keypsatferðina á almennum stovnum. Allar broytingar kunnu skapa mótstøðu onkustaðni í skipanini, tí er evnini at samskifta og fáa skapt undirtøku góður eginleiki.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Arbeiðsstaðurin er Gjaldstovan í Albert Hall á Argjum.

 

Umsókn

Umsókn við prógvum, viðkomandi skjølum og møguligum viðmælum skal sendast til starv@gjaldstovan.fo.

Umsóknin skal hava frámerkið “Starv í Keyp Landsins”

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Kim Hansen 281581, sum er leiðari fyri virkisøkið.

Umsóknarfreistin er mikudagin 1. desember 2021.

___________

VIT

Gjaldstovan er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum. Síðani hon varð stovnað í 1939, hevur Gjaldstovan verið kjarnin í allari almennari búskaparstýring í Føroyum. Stovnar landsins eru knýttir í miðsavnaða kervið hjá Gjaldstovuni, sum umsitur roknskap, løn og KT fyri landið. Verkætlanin Talgildu Føroyar er eisini partur av Gjaldstovuni. Vit eru 70 starvsfólk á Gjaldstovuni, harav fimm teirra starvast í virkisøkinum Landsroknskapur.

Vit húsast í Albert Hall á Argjum. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast, og skipa javnan fyri fakligum og sosialum starvsfólkatiltøkum. Arbeiðsumstøðurnar eru góðar, fakliga umhvørvið er spennandi og livandi, og so hava vit eisini góða kantinu.

 ___________

Les meira um at starvast á Gjaldstovuni

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269