Hevur tú skil upp á net og skipanir, og dámar tær at hjálpa øðrum? Dugir tú at kravfesta og finna loysnir? Kundi tú hugsað tær at stílað fyri ella at ráðgivið í kt-verkætlanum?
Kom og verð nýggi kt-umsitarin í 2nd level supportini hjá KT Landsins.
Her verður tú partur av einum spennandi arbeiðsplássi við dugnaligum og framsóknum starvsfeløgum og góðum møguleikum fyri fakligari menning.
Um starvið
Um starvið Høvuðsuppgáva tín verður at veita stovnum í Landsneti og Skúlaneti kt-tænastur og at tryggja raksturin av skipanum og netum.
Sum kt-umsitari fert tú at:
Førleikar
Fyri at røkja starvið er týðandi, at tú hevur áhuga í kt, og at tú ert til reiðar at seta teg inn í nýggja tøkni og nýggjar skipanir.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi útbúgving t.d. sum kt-supportari, ella tú hevur kt-útbúgving frá hægri lærustovni. Starvsroyndir í kt-umsiting eru eisini ein fyrimunur.
Tað verður samskift nógv við útlendskar veitarar, og tí mást tú umframt føroyskt duga enskt og danskt.
Vit leggja dent á, at starvsfólk hava rættar førleikar at loysa arbeiðsuppgávurnar. Tí skipa vit fyri, at tú fært neyðuga upplæring, um tú ikki hevur royndirnar.
Um KT Landsins
KT Landsins er deild á Gjaldstovuni og rekur felags kt-undirstøðukervini Landsnet og Skúlanet, sum miðsavna og samskipa kt hjá øllum landsins stovnum og skúlum. Við tær eru vit tólv fólk í KT Landsins. Vit samstarva tætt við kt-veitarar okkara.
Tænasturnar hjá okkum fevna m.a.um:
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Verður starvið sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, verður tað, alt eftir førleikum, flokkað í 6. ella 8. lønarflokki, BA ella sum serfrøðingur 3.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, birgir@gjaldstovan.fo, tel. 79 24 99.
Umsóknarfreistin er 14. apríl í 2024
Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo og viðmerk “Kt-umsitari”.
______________________________
Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss
Vit - tað eru vit stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna - eru skipað í trý høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins, Búskaparskipan Landsins og Talgildu Føroyar, og øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum fáa tænastur frá okkum, kunnu gera arbeiði sítt til lítar. Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast, skipa tí javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.
___________
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269