Lønarútgjøld í desember

30-11-2017

Gjaldstovan heitir á tykkum um at avgreiða allar mánaðarlønir, ið skulu við útgjaldinum 19. desember, í seinasta lagi 12. desember.

Tíðarfreistin at lata fráboðan/lønargjaldsumbøn inn er vanliga 15. í hvørjum mánaði – men í desember er seinasta freist 12. desember.

Fráboðanir um vikulønir, ið skulu verða útgoldnar fyri jól, skulu vera inni í seinasta lagi 18. desember.

Seinasta útgjaldið í 2017 er mikudagin 20. desember.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269