KVF gjald at síggja til farið á veitaran "Barsilsskipanin"

23-10-2017

Av tí at talgildu rokningarnar hjá Barsilsskipanini og kringvarpsgjaldið verða sendar við sama avsendaravirði, eru rokningarnar fyri kringvarpsgjaldið markaðar á veitaran "Barsilsskipanin". Í báðum førum er talan um rokningar, sum TAKS sendir út fyri aðrar myndugleikar og skipanir. Næstu ferð krøv verða send við v-tali 421375 TAKS Mín Rokning, kemur TAKS at standa sum veitari.

Tað gongur fram av vørulinjuni, hvat krav (og hvør skipan) talan er um. Stovnar skulu tí avgreiða hesar talgildu rokningarnar frá "Barsilsskipanini", sum í veruleikanum eru frá TAKS. Inngjaldslykilin tryggjar, at rætti kundi altíð verður góðskrivaður.

Tað er ikki neyðugt hjá stovninum at gera annað enn at avgreiða talgildu rokningina.

 

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified