Kontering av endurgjaldi av lønum broytt í 2020

14-01-2020

 

Konta 1181: Endurgjald frá Barsilsskipanini (Nýggj konta)

Stovnar og kommunur skulu í 2020 bóka endurgjald frá Barsilsskipanini á 1181. Bert barsilsendurgjøld skulu vera tikin við á hesa kontu.

 

Konta 1182: Aðrar lønarafturberingar (Nýggj konta) Hetta eru lønarafturberingar sum endurgjald fyri

  • sjúku
  • vart arbeiði / vart starv
  • starvsvenjing (t.d. ALS)

 

Konta 1180: Endurgjald í sambandi við lønir - Kommunur skulu ikki brúka hesa kontuna longur.

Henda konta verður frá 2020 bara brúkt, tá ið tað verður avroknað millum stovnar í sambandi við, at stovnar "læna út" starvsfólk.

Stovnurin, sum endurrindar, skal debitera hesa kontu, og stovnurin sum fær endurgoldið, skal krediterað hesa kontuna.

Orsøkin, at henda kontan verður nýtt og ikki høvuðsslag 7, sum er vanligt í slíkum føri, er, at atlit skal verða tikið fyri lønarkarminum.

Av tí at kommunur ikki hava lønarkarm, skulu tær nýta høvuðsslag 7 í slíkum føri.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified