Bókingardagfestingar, skjøl, leigusáttmálar, støðlan og skrásetingar um ársskiftið 2019 / 2020

04-12-2019

Nú ársskiftið 2019 / 2020 er beint fyri framman, verður gjørt vart við niðanfyristandandi

  • bókingardagfestingar
  • eyðmerking av skjølum
  • leigusáttmálar
  • støðlan av vantaðum sáttmálabroytingum
  • skrásetingar sendar umvegis webservice frá t.d. Navision

Undir Ársroknskapurin 2019 finnur tú ymiskt tilfar í sambandi við bókingar um ársskiftið og viðvíkjandi ársroknskapinum fyri 2019.

Roknskaparárið 2020
Latið er nú upp fyri roknskaparárinum 2020, so til ber at skráseta á tíðarskeið 01-20. Tað er viðkomandi fyri t.d. vegskattarokningina fyri fyrru hálvu 2020 og fyri blaðhald 1. ársfjórðing 2020, sum Sosialurin hevur sent út.

Bókingardagfestingar
Sera umráðandi er, at rokningar við dagfesting í 2019, sum skulu á 2020, og øvugt, fáa røttu dagfestingina.

Í RVG og Høvuðsbók at fáa røttu dagfestingina í "GL-dagf."

  • 12-19, 27-12-2019
  • 01-20, xx-01-2020

Í Debitor og Kreditor í teigin "GL Date" at inntøppað

  • 27.12.2019
  • 01.01.2020, ella onkur onnur dagfesting í januar 2020

Eyðmerking av skjølum
Týdningarmikið er, at stovnarnir týðiliga eyðmerkja skjølini, ið send verða Gjaldstovuni at skráseta, á rætt fíggjarár, tað veri seg lønarumbønir, rokningar, kreditnotur o.t.

Leigusáttmálar
Afturvendandi gjaldsordrar fyri t.d. húsaleigu, studningar o.s.fr. eiga at verða endurnýggjaðir. Stovnarnir verða bidnir um at senda Gjaldstovuni nýggjan gjaldsordra fyri 2020 og um at leggja viðkomandi skjøl við, t.d. húsaleigusáttmála.

Støðlan av vantaðum sáttmálabroytingum
Eins og farna fíggjarár fer Gjaldstovan í januar 2020 at gera tær neyðugu skrásetingarnar í sambandi við, at støðlað verður til tær vantaðu lønarhækkingarnar fyri 2019, sum dagførdir lønarsáttmálar væntandi hava við sær.

Ásetingin er í rundskrivi frá Fíggjarmálaráðnum um at tíðaravmarka lønir, sí pkt. 4 í fylgiskjalinum til rundskrivið. Roknað verður við teirri hækkan, sum fyrst dagførdi sáttmáli gevur. Undanfarin ár hevur hetta ligið á umleið 2%.

Skrásetingar sendar úr egnari búskaparskipan til Búskaparskipan landsins
Stovnar, sum við webservice senda roknskaparupplýsingar úr egnari búskaparskipan til Búskaparskipan landsins, mugu minnast til ikki at brúka bókingardagfestingar seinni enn 27. desember 2019 til tær skrásetingar, sum eru fyri dagarnar 28. desember til 31. desember. Talan er t.d. um stovnar, sum nýta Navision til partar av virksemi sínum, t.d. Strandferðslan, Landsverk og Kringvarp Føroya.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269