Trygdin í Landsneti styrkt munandi. Nýtt SOC verður tikið í nýtslu.

23-10-2024

KT Landsins er farið undir at seta nýtt Security Operation Center (SOC) frá Fortinet í verk í Landsneti.. Á ársfundinum fyrr í ár varð kunnað um ætlanirnar, sum í stuttum hava við sær, at Landsnet í framtíðini fer at vakja yvir øllum eindum, skipanum og netum í Landsneti alt samdøgrið, alt árið. Hetta er liður í arbeiðinum við Nettrygdarætlanini hjá Landsstýrinum. Tað eru serfrøðingar og tøkni frá Fortinet, sum vakja yvir Landsneti.

Verksetanin er løgd soleiðis til rættis, at stovnarnir fara at varnast hana sum minst. Landsnet fer at leggja trygdarforritið á allar teldurnar og servararnar í Landsneti komandi dagarnar.

 

Security Operations Center

Nýggja Security Operations Center er eitt eftirlits- og trygdarforrit, ið vakir yvir servarum, skipanum og teldum í Landsneti, og fylgir við møguligum trygdarhóttanum. Brúkarar fara ikki at varnast forritið, uttan tá trygdarbrot eru.

Verður okkurt óvanligt staðfest, fer ein sjálvvirkandi skipan í gongd, sum sløkkir eindina, áðrenn nakað meira hendir. Boð verða samstundis send til KT Landsins á Gjaldstovuni, sum fylgir mannagongdum fyri, hvat skal gerast.

SOC verður tikið í nýtslu í øllum Landsneti seinni í ár.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified