Metnógv útboð í 2025
Talið av almennum útboðum vaks við 61 prosentum í 2025, staðfestir nýggja ársfrágreiðingin hjá Gjaldstovuni
30-03-2026
2025 hilnaðist væl hjá Keyp Landsins.
Aldri áður eru so nógv útboð stovnað, metnógvir rammusáttmálar eru gjørdir og alsamt fleiri stovnar bjóðaðu uppgávur út.
Standardiseringin av vørukeypinum hjá tí almenna merkir eina sparing á fleiri milliónir hjá almennu stovnunum, eina virkna kapping á marknaðinum, har allar fyritøkur fáa javnbjóðis møguleika, og at gjøgnumskygni verður tryggjað fyri øll almenn keyp.
Í alt verður mett, at verandi rammusáttmálar hjá landinum merkja eina árliga sparing fyri landsins stovnar á umleið 6,5 milliónir krónur.
Royndirnar í 2025 staðfesta enn eina ferð, at útboð er eitt sterkt amboð hjá landinum fyri at effektivisera almenna raksturin og stimbra kapping.
Les alla frágreiðingina á keypsportal.fo
Hevur tú spurningar viðvíkjandi ársfrágreiðingini hjá Keypsportalinum, kanst tú seta teg í samband við Hall Thomsen á hallur@gjaldstovan.fo
_______________________________
Um Keypsportalin
Keypsportalurin er alment kunngerðarstað, har ið almennir stovnar kunnu lýsa við útboðum, og veitarar kunnu halda seg dagførdar um nýggj útboð. Keypsportalurin skal tryggja, at almenn keyp eru rættvís og gjøgnumskygd.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269