Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovan við nýggjari heimasíðu við føroyakortum

19-06-2019

Í dag varð nýggja heimasíðan foroyakort.fo tikin í nýtslu. Ein týðandi broyting í mun til áður er, at øll kort og aðrar lendisdátur, ið fyrr var neyðugt at rinda fyri, nú eru ókeypis fyri øll og klár at taka niður. Hetta gevur øllum møguleika at brúka dáturnar til bæði almenn, vinnulig og privat endamál, harímillum privatum fyritøkum at menna forrit og skipanir grundað á nýggjastu dagførdu kortini. Sostatt verður samfelagsliga nýtsluvirðið so stórt sum gjørligt.

Nýggja heimasíðan er eitt samstarv millum Talgildu Føroyar og Umhvørvisstovuna, sum umsitur føroysku grundardáturnar og fyri stuttum yvirtók kortmyndugleikan úr Danmark. Kortal.fo, sum nógvir føroyingar brúka dagliga, er eisini partur av nýggju heimasíðuni. Afturat kortunum á kortal.fo eru fleiri onnur kort og vevtænastur á nýggju síðuni.

Foroyakort.fo er liður í arbeiðinum hjá Talgildu Føroyum at talgilda grundardáturnar. Grundardátur eru grundleggjandi upplýsingar um Føroyar og føroyingar. Fólkayvirlitið er eitt dømi, sum er ein kjarna í almennari fyrisiting, umframt virkisskrá, matrikul, tinglýsing, kort og aðrar lendisdátur. Eitt aðalmál er at standardisera, góðskumenna og gera grundardáturnar tøkar alment til so fjølbroytt áhugamál sum til ber. Tí hava Talgildu Føroyar keypt rættindini til kortini frá Umhvørvisstovuni.

Lendisdáturnar, eisini nevndar geodátur, eru partur av Umhvørvisstovuni. Kortini á kortal.fo hava verið ókeypis, men tá talan hevur verið um vevstænastur ella at taka kortini niður fyri at arbeiða við teimum í t.d. ArcGis Pro, Global Mapper ella SketchUp, hava almennir myndugleikar og privat verið noydd at venda sær til Umhvørvisstovuna fyri at fáa hesar dátur móti einum gjaldi fyri hvønn fermetur av korti.

"Talgildar grundardátur skapa støði undir nýggjum hentleikum í øllum føroyska samfelagnum. Almenni og kommunali geirin fáa møguleika at effektivisera dagligu fyrisitingina. Samstundis kunnu privatar fyritøkur frítt heinta lendisdátur, og brúka tær til at menna nýggjar, skynsamar loysnir og tænastur. Sostatt er foroyakort.fo ein týðandi varði í føroysku grundardátunum", sigur Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum.

Landstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, ið varðar av talgilding, tók nýggju heimasíðuna í nýtslu í dag á kunningartiltaki hjá Talgildu Føroyum í Smæruni í Havn.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified