Gjaldstovan hevur boðað stovnunum í Landsneti frá, at teir fáa samanlagt 2 mió. kr. afturrindaðar fyri 2024. Hetta kemst av, at inntøkurnar hjá Landsneti hava verið hægri og útreiðslurnar lægri enn upprunaliga roknað. Hetta er galdandi fyri brúkaragjøld, teldugjøld og gjøld fyri terminalservarar, sum verða fíggjað beinleiðis av stovnunum og ikki umvegis játtanina hjá Gjaldstovuni.
Viðurskifti, sum hava gjørt, at roknskapurin fyri 2024 er betri enn væntað, eru millum annað:
Gjaldið verður tað sama í 2025
Samstundis verður gjørt vart við, at brúkaragjøldini til Microsoft væntandi fara at hækka í 2025. Harumframt verður farið undir at veita stovnunum í Landsneti nýggjar og betri KT-trygdartænastur. Tí varð valt ikki at lækka prísirnar, men heldur flyta stovnunum pening aftur og halda prísstøðið óbroytt í 2025. Hetta varð eisini gjørt í 2017, tá ið Gjaldstovan flutti stovnunum í Landsneti pening aftur.
Gjaldstovan fegnast um at kunna flyta stovnunum pening aftur. Endamálið við Landsneti, og við nýggju verkætlanunum Skjalhald og Skúlanet, er at tryggja stórrakstur og effektivisering innan KT-økið. Nú heysta vit ágóðan av hesum miðvísa arbeiði.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269