Skipanirnar hjá TAKS á Elektron verða fluttar 23. - 25. november

Í vikuskiftinum 23. - 25. november 2018 verða KT skipanirnar hjá TAKS á Elektron fluttar á nýggjan tøkniligan pall. Allar aðrar KT skipanir, sum vera hýstar á Elektron, og sum onkursvegna koma í samband við KT skipanirnar hjá TAKS, verða raktar av hesi flyting.

Talan er t.d. um Búskaparskipan landsins, lønarútgjøld og kreditorgjøld, sum landið sendir umvegis Elektron og út í bankakervið.

Fastar lønir verða avgreiddar 22. november og pensiónir árla 23. november.

Eingi útgjøld av t.d. rokningum verða avgreidd í tíðini frá 23. til og við 26. november.

Tað, sum ikki kann bíða, mugu stovnarnir tí hava avgreitt endaliga 21. november, fyri at vissa kann vera fyri, at tað verður goldið til tíðina.

Vituligt kunnu umfatandi KT broytingar, sum nevndu flytingar, taka longri tíð enn ætlað, og tí mælir Gjaldstovan til, at stovnar í seinasta lagi 21. november avgreiða tey útgjøld, sum ikki kunnu bíða til eftir 26. november. Mánadagin 26. november verður skipanin royndarkoyrd.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified