Nýggj útgáva av Ferðaavrokning
04-09-2018
Nú eru enn fleiri hentleikar tøkir í Ferðaavrokning, ið varð tikin í nýtslu í juni 2018. Í høvuðsheitum er talan um 4 broytingar:
- Til ber nú m.a. at strika eina ferð, sum er góðkend og klár at gera upp. Treytin er, at einki ferðaforskot er á ferðaloyvinum.
Upprunaliga vóru góðkenning og leysgeving tvær sjálstøðugar uppgávur, sum kundu avgreiðast óheftar av hvørjari aðrari. Við broytingini kann leysgevingin ikki fara fram, fyrr enn ferðin er góðkend.
- Um brúkarin er skrásettur sum stovnsleiðari í BSL, so skal ferðaloyvið ikki góðkennast/leysgevast, treytað av, at ikki verður biðið um ferðaforskot.
- Viðheft skjøl til ferðina við fartelefonini, meðan tú ert á ferð.
Vegleiðingin er tøk heimasíðuni.