Nú eru 40 stovnar, ráð og 20 skúlar við í Skjalhaldi

27-12-2021

Týsdagin 26. januar í ár var kick off fundur fyri stovnar og ráð á Hotel Føroyum.

Endamálið við fundinum var at savna komandi stovnar og ráð, sum vóru ávegis í Skjalhald, og tryggja, at øll fingu eitt gott innlit í hvat Skjalhald er, og hvussu tað framyvir fer at vera, nú stórur partur av almennu Føroyum fara at arbeiða við somu skipan.

Nú eru, umframt 40 aðalráð og stovnar, eisini teir fyrstu 20 skúlarnar komnir í Skjalhald. Hesir eru á leið helvtin av teimum okkurt um 45, ið vit vænta koma á Skjalhald. Teir næstu, sum er á skrá, eru skúlarnir í norðurøkinum. T.e. restin av Eysturoynni, Norðoyggjar, Sunda kommuna og restin av Streymoynni uttanfyri Tórshavnar kommunu. Av hægri skúlunum eru tað Miðnám á Kambsdali, Tekniski skúli og Sjónám í Klaksvík. Væntandi koma hesir á í januar og februar 2022.

Tá teir eru komnir á, eru bert fólkaskúlarnir í Tórshavnar kommunu, Fróðskaparsetrið og Glasir eftir.

Sostatt er at fegnast um, at tað hevur gingið væl og at fáa stovnar, ráð og skúlar við í Skjalhald. At fyrireika stovnar og ráð til Skjalhald hevur gingið væl, hóast nógvir spurningar og ivamál hava verið, sum skilligt er.

Eftir er at innlima síðstu 5 stovnarnar og á leið 20-25 skúlar. 

Á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni liggja ymiskar vegleiðingar til Skjalhald.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified