Síðan er ætlað at geva stovnum og brúkarum í Landsneti skjóta og lætta atgongd til kunning, vegleiðingar, skjøl og hentar snarslóðir. Endamálið er, at tit altíð hava neyðugar upplýsingar og amboð beint við hondina.
Landsnet er tænasta frá Gjaldstovuni. Endamálið er at miðsavna kt-uppgávur hjá almennum stovnum, so tit fáa betri stundir at hugsavna tykkum um egnar kjarnuuppgávur.
Tað er okkara mál at gera tykkara arbeiði skjótari og einfaldari við góðum og tryggum kt-loysnum. Síðan er serliga ætlað úrvalsbrúkarum og kt-ábyrgdarum í Landsneti.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269