Gjaldstovan er við á Jobmatch 2025 við Tjarnir. Jobmatch er árliga starvsstevnan, har høvi er at koma í samband við stóran part av tí føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Okkara virksemi er skipað í trý høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins og Talgildu Føroyar. Vit eru á leið 70 starvsfólk. Høvuðssætið er í Albert Hall á Argjum, og ein skrivstova er í Klaksvík.
Vit hava góðar arbeiðsumstøður og dugnalig og ágrýtin starvsfólk. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast, og vit skipa javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum.
Gjaldstovan er á básunum # 32-34 saman við Hagstovuni og Landsbankanum.
Jobmatch við Tjarnir er í dag, týsdagin 30. desember frá kl. 12.00 - 17.00.
Dyrnar lata upp kl 12, og setanin verður kl. 12:10. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu setur starvsstevnuna. Í ár luttaka 90 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar, og tað er tað mesta nakrantíð. Harumframt er talið av undanskrásettum vitjandi tað størsta nakrantíð.
Til ber at skráseta seg til Jobmatch við inngongdina, og tað er ókeypis at vitja Jobmatch.
Bílegg jobprát og vitja síðuna Jobmatch.fo.
Skráin, týsdagin 30. desember 2025
12.00 - Dyrnar lata upp
12.10 - Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu setur starvsstevnuna
12.40 - Tórshavnar kommuna leggur fram verkætlanina 'Nýggj í starvi', og hvussu tey skipa eina góða innleiðslu fyri nýggjum starvsfólkum
13.00 - Hagstovan, Landsbankin og Gjaldstovan seta sjóneykuna á framtíðar føroyska arbeiðsmarknaðin 'Flyting, kyn og arbeiðsmegi'
14.00 - SEV greiðir frá, hvussu nýggj starvsfólk fáa bestu byrjanina í starvinum
14.40 - Granskingarráðið gevur góð ráð um umsóknir um stuðul til ph.d.-verkætlanir
15.00 - HR leiðarin á Føroya Tele gevur góð ráð í mun til, hvussu man skrivar eina góða umsókn og CV
17.00 - Dyrnar lata aftur.
Allir fyrilestrarnir verða hildnir í hølinum Fransatoftir, sum hevur inngongd frá kaféini og svalanum.
Stuðlar eru Tórshavnar kommuna, Bakkafrost, Articon og Sansir
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269