Ársfundurin hjá Landsneti í ár verður hildin í høllini við Tjarnir, týsdagin 27. mai, 11.15 - 15.00.
Trygd setur dagsskránna
Vit liva í einum heimi í broyting, har kt-trygd fær alsamt størri týdning. Hvørjir eru størstu váðarnir, og hvønn leiklut hevur tín stovnur í verjuni ?
Á fundinum fara vit at varpa ljós á, hvussu Landsnet hevur økt trygdina við einum nýggjum Security Operations Center. Eisini fáa vit vitjan av trygdarserfrøðinginum, David Malcher, sum fer at siga frá, hvussu Fortinet arbeiðir við at eygleiða, avdúka og handfara trygdarálop.
Felags skjalagoymsla
Skjalhald er okkara felags skjalagoymsla til greiða og trygga málsviðgerð og journalisering. Á fundinum fara vit at vísa á nýggjar funkur, sum gera arbeiðsgongdirnar skjótari, smidligari og tryggari, so tit fáa betri tíð til tykkara kjarnuuppgávur..
Les meira um skránna og tekna teg til fundin á Ársfundur 2025
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269