Ársfundur í Landsneti - 31. mai 2024 á Hotel Hilton

24-05-2024

 

Nú styttist til ársfundin, sum verður á Hotel Hilton, fríggjadagin 31. mai 2024.

Byrjað verður kl. 11.15 við eini góðari máltíð í matstovuni, og sjálvur fundurin verður settur kl. 12.00.

Bergur Hansen, formaður í brúkararáðnum, ber fram formansfrágreiðingina fyri árið, ið fór, og Birgir av Steinum, leiðari í KT Landsins, leggur fram, hvørjar ætlanir liggja fyri framman hjá Landsneti.

 

Vitlíki setur dagsskránna
Ársins orð 2023 var vitlíki, og vit síggja øll, hvussu nýggja tøknin floymir inn yvir samfelagið. Tí er tað sjálvsagt, at sjóneyka verður sett á vitlíki á ársfundinum.

  • Tóri Slættalíð, frá Framskák, fer at greiða frá nýtsluni av vitlíki í Føroyum, og hvussu vit kunnu brúka tøknina í okkara arbeiði.

  • Danski professarin og granskarin, Mikkel Flyverbom, fer at tosa um ávirkanina vitlíki hevur á trúvirðið og álitið okkara millum. Hvørji etisk og samfelagslig atlit skulu takast, so vit tryggja, at fólkavaldið ikki endar í hondunum á tøknirisunum.

  • Aftaná fundin verður eitt netverkstiltak, har prátið heldur fram, meðan borðreitt verður við onkrum góðum til góman og tónleiki afturvið.

 

Tekna teg til fundin
Fundurin er fyri innbodnum, og til ber at tekna seg til fundin við at skriva til á gjaldstovan@gjaldstovan.fo

Freistin at tekna seg til fundin er mánadagin 27. mai kl. 12.00.

Vit gleða okkum at síggjast.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified