Arbeiðsmarknaðurin við eitt vegamót ?

06-01-2026

Stovnarnir í Albert Hall, Landsbankin, Hagstovan, Talgildu Føroyar og Gjaldstovan luttóku saman á Jobmatch við Tjarnir fyri nýggjár. Aftur í ár hildu vit eina felags framløgu, har tøl og hagtøl vóru í miðdeplinum, har evnið var um føroyski arbeiðsmarknaðurin er á einum vegamóti.

Tað var stórur áhugi fyri evninum, og nógv fólk leitaðu sær niðan við Tjarnir at lurta.

Nýggj tøl vísa, at fólkasamsetingin gerst enn meir skeiklað. Vit senda okkara ungu uttanlands at lesa, men fáa ov fá heim aftur. Samstundis innflytur vinnan útlendska arbeiðsmegi fyri at halda hjólunum koyrandi. Alt hetta hendir, meðan trýstið á vælferðartænasturnar veksur, og vit gerast færri at lyfta uppgávurnar.

Tað vóru Erla Thorsteinsson frá Hagstovuni, Malan Johansen frá Landsbankanum og Durita Tausen frá Gjaldstovuni, ið løgdu fram. Framløgan sæst við at trýsta á leinkið niðanfyri:

Dagførd framløga av "Arbeiðsmarknaðurin við eitt vegamót ?" verður løgd út í næstum ?

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified