Løn til millum fimtan og sekstan túsund fólk og út ímóti fýra milliardir í krónum. Tað avgreiða vit hvørt ár á Gjaldstovuni gjøgnum almennu lønarskipanina. Nú leita vit eftir skrivstovulærlingi at loysa hesa uppgávu saman við okkum níggju, sum starvast á Lønarskrivstovuni.
Tú verður partur av einum spennandi arbeiðsumhvørvi, samstundis sum tú fært eina góða útbúgving innan fyrisiting. Vit gera lærutíðina so fjølbroytta sum til ber, og tí sleppur tú eisini at royna teg á allari Gjaldstovuni, á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum og á einum øðrum almennum stovni.
Arbeiðsuppgávurnar á Lønarskrivstovuni
Arbeiðsuppgávurnar á Lønarskrivstovuni Lønarskrivstovan á Gjaldstovuni hevur ábyrgdina av almennu lønarskipanini, har lønirnar hjá øllum almennum stovnum verða avgreiddar. Tað skal vera lætt og einfalt hjá stovnunum at avgreiða sínar lønir. Lønarøkið verður tí áhaldandi ment, og loysnirnar eru heildarloysnir, sum stuðla stovnunum í teirra lønar- og starvsfólkaumsiting. Tú verður eisini partur av hesi menningini.
Á Lønarskrivstovuni skráseta, málsviðgera og avgreiða vit lønarumbønir, umframt at vit svara lønarfyrispurningum.
Tað verður gjørt umvegis hesar KT-skipanir:
Um teg
Tú ert røkin, dugir at arbeiða skipað, ert forvitin og spyrt, tá ið tú ikki veitst. Tú sært týdningin í at hjúkla um smálutirnar, soleiðis at heildin verður fullfíggjað. Tú ert fyrikomandi og leggur dent á góða tænastu, tí nógv samskifti er við stovnarnar.
KT stuðlar øllum arbeiðinum á Lønarskrivstovuni. Tað má tí fella tær lætt at brúka KT og at seta teg inn í nýggjar loysnir.
Tú skalt hava staðið FHS- ella miðnámsútbúgving.
Setanarviðurskifti og løn
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, og er flokkað sum lærlingur í 3. lønarflokki.
Lærutíðin er millum tvey og trý ár, alt eftir, hvørja útbúgving tú hevur. Lønin 1., 2., og 3. læruárið er ávikavist 50, 60 og 70% av lønini í 3. lønarflokki. Er lærutíðin styttri enn trý ár, verða seinastu lønarstigini nýtt, soleiðis at lønin seinasta heila læruár er 70%. Full løn er 28.356,69 kr.
Á heimasíðuni hjá Glasi kanst tú lesa meiri um skrivstovuútbúgving: Skrivstovuútbúgvinar á Glasi.
Meiri kunning um starvið fært tú við at venda tær til Ingun Justinussen, á telefon 352413 ella á ingun@gjaldstovan.fo
Umsóknarfreistin er 19. januar í 2025
Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo og skriva ‘Lærlingur’ sum evni.
________________________________________________________________________________________________________________
Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss.
Vit - tað eru stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna, og eru hesi skipað í trý høvuðsøki: Løn & Bókhald Landsins, KT Landsins og Talgildu Føroyar, og øll stremba vit eftir at ganga á odda í okkara yrki, so at tey, sum brúka okkara tænastur, kunnu gera arbeiði sítt til lítar.
Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast, tí skipa vit javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.
_______________________________________________________________________________________________________________
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269