Stovnsleiðarar kunnu frá mánadegnum 22. desember til og við hósdagin 8. januar góðkenna stovnsroknskapir.
Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 9. januar til og við hósdagin 15. januar góðkenna greinaroknskapir.
Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 9. januar. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.
Fríggjadagin 16. januar verður tíðarskeið 2025-11 stongt.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269