Stovnsleiðarar kunnu frá mánadegnum 27. oktober til og við mánadagin 10. november góðkenna stovnsroknskapir.
Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 11. november til og við mikudagin 19. november góðkenna greinaroknskapir.
Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 11. november. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.
Hósdagin 20. november verður tíðarskeið 2025-09 stongt.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269