Av tí at RGS ikki hevur verið tøk í nakrar dagar, í samband við at nýggj høvuðsbók varð tikin í nýtslu, eru tíðarfreistirnar útsettar.
Stovnsleiðarar kunnu frá hósdegnum 25. september til og við mikudagin 15. oktober góðkenna stovnsroknskapir.
Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá hósdegnum 16. oktober til og við mánadagin 20. oktober góðkenna greinaroknskapir.
Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 16. oktober. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.
Týsdagin 21. oktober verður tíðarskeið 2025-08 stongt.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269