Stovnsleiðarar kunnu frá hósdegnum 29. mai til og við mikudagin 11. juni góðkenna stovnsroknskapir.
Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá hósdegnum 12. juni til og við hósdagin 19. juni góðkenna greinaroknskapir.
Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 12. juni. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.
Fríggjadagin 20. juni verður tíðarskeið 2025-04 stongt.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269