Roknskapurin 2025-03 er liðugur at avgreiða

23-04-2025

Stovnsleiðarar kunnu frá mikudegnum 23. apríl til og við mánadagin 5. mai góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 6. mai til og við mánadagin 12. mai góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 6. mai. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Týsdagin 13. mai verður tíðarskeið 2025-03 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified