Stovnsleiðarar kunnu frá mánadegnum 17. mars til og við mikudagin 26. mars góðkenna stovnsroknskapir.
Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 27. mars til og við týsdagin 8. apríl góðkenna greinaroknskapir.
Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 27. mars. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.
Mikudagin 9. apríl verður tíðarskeið 2025-02 stongt.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269