Stovnsleiðarar kunnu frá fríggjadegnum 6. mars til og við hósdagin 12. mars góðkenna stovnsroknskapir.
Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 13. mars til og við mikudagin 18. mars góðkenna greinaroknskapir.
Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 13. mars. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.
Hósdagin 19. mars verður tíðarskeið 2026-01 stongt.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269