Stovnsleiðarar kunnu frá mánadegnum 24. februar til og við hósdagin 6. mars góðkenna stovnsroknskapir.
Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 7. mars til og við mikudagin 12. mars góðkenna greinaroknskapir.
Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 7. mars. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.
Hósdagin 13. mars verður tíðarskeið 2025-01 stongt.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269