Stovnsleiðarar kunnu frá mánadegnum 18. november til og við hósdagin 28. november góðkenna stovnsroknskapir.
Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 29. november til og við mikudagin 11. desember góðkenna greinaroknskapir.
Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 29. november. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.
Hósdagin 12. desember verður tíðarskeið 2024-10 stongt.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269