Stovnsleiðarar kunnu frá fríggjadegnum 18. oktober til og við mánadagin 28. oktober góðkenna stovnsroknskapir.
Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 29. oktober til og við mánadagin 11. november góðkenna greinaroknskapir.
Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 29. oktober. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.
Týsdagin 12. november verður tíðarskeið 2024-09 stongt.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269