Roknskapurin 2019-04 er liðugur at avgreiða

26-05-2019

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá 26. mai til og við týsdagin 4. juni góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá mikudegnum 5. juni til og við týsdagin 11. juni góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 5. juni. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Mikudagin 12. juni verður tíðarskeið 2019-04 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | Fax: +298 35 24 01 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269