Metan um játtanina fyri 2025 og roknskapurin 07-2025 er liðugur at avgreiða

22-08-2025

Í sambandi við góðkenning av roknskapinum fyri 07-2025, skulu stovnsleiðarar í roknskapargóðkenningarskipanini (RGS) meta um frávik í mun til játtanina fyri 2025, og áseta hetta við eini upphædd og frágreiðing.

Legg til merkis

  • at talið fyri meirnýtslu ella minni inntøku verður skrivað uttan fortekn og
  • at talið fyri minni nýtslu ella meirinntøku verður skrivað við negativum fortekni.

Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá fríggjadegnum 22. august til og við týsdagin 2. september góðkenna stovnsroknskapir.

Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá mikudegnum 3. september til og við hósdagin 11. september góðkenna greinaroknskapir.

Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 3. september. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.

Fríggjaoagin 12. september verður tíðarskeið 2025-07 stongt.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified