Í sambandi við góðkenning av roknskapinum fyri 07-2024, skulu stovnsleiðarar í roknskapargóðkenningarskipanini (RGS) meta um frávik í mun til játtanina fyri 2024, og áseta hetta við eini upphædd og frágreiðing.
Legg til merkis
Stovnsleiðarar kunnu í tíðarskeiðnum frá mikudegnum 23. august til og við mánadagin 2. september góðkenna stovnsroknskapir.
Aðalstjórar kunnu í tíðarskeiðnum frá týsdegnum 3. september til og við mikudagin 11. september góðkenna greinaroknskapir.
Tað ber til hjá stjórnarráðnum at góðkenna roknskapin innan 3. september. Tað er tó við teirri treyt, at allir stovnsleiðararnir undir stjórnarráðnum hava góðkent roknskap sín, tí tá ið stjórnarráðið hevur góðkent roknskapin, verður greinaroknskapurin stongdur, og tá kann stovnsleiðarin ikki vátta og gera viðmerkingar.
Hósdagin 12. september verður tíðarskeið 2024-07 stongt.
Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269