Ferðaavrokning

12-02-2024
Nær 20. mars 2024, kl. 13.00 - 15.00
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 1.000 kr.
​Seinasta freist 18. mars, kl. 12.00
   
   

Endamálið er
at læra at avgreiða uttanlandsferðir, frá tí at biðið verður um ferðaloyvi til øll ferðin er endaliga gjørd upp í Ferðaavrokningarskipanini.

Innihald
Vit læra:

  • Hvussu skipanin er bygd upp
    • Hvør verkgongdin í skipanini er
    • Hvussu starvsfólk verða stovnað í skipanini
    • Hvørjir leiklutir eru, so sum starvsfólk, góðkennari, leysgevari og skrivari
  • Áðrenn farið verður avstað
    • At biðja um ferðaloyvi og forskot
    • At gera ferðaætlan, t.e. hvørji lond gongur leiðin til og nær, hvørjar dagar verður hildið frí og nær endar ferðin
    • At góðkenna og leysgeva ferðaloyvi og forskot
  • Á ferðini
    • At brúka fartelefonina at viðhefta kvittanir
  • Tá ið ferðin er av
    • At gera ferðina upp
    • At góðkenna og leysgeva ferðauppgerð
  • Annað
    • Hvørji yvirlit eru í skipanini
    • Um aðrar hentleikar so sum bólkaferðir og at avgreiða ferðaseðlar.


Skeiðið er ætlað
teimum, ið góðkenna og leysgeva ferðir hjá starvs-fólkum og teimum, ið hava leiklutin sum skrivari.

Forkunnleiki
At vera brúkari í Ferðaavrokningarskipanini, t.e. góðkennari, leysgevari ella skrivari.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified