Kontuskipan landsins

10-02-2024
Nær Eftir avtalu
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður Eftir avtalu
​Seinasta freist Eingin
   
   

Endamálið er

  • at skilja kontustrongin í Kontuskipan landsins
  • at skilja millum tey sjey høvuðssløgini,so sum rakstur, løgur og flytingar
  • at duga at skráseta á rættar standardkontur


Innihald
Vit læra:

  • um, hví ein felags kontuskipan verður nýtt fyri tað almenna
  • um munin millum almennu kontuskipanina og ta í einum privatum virki
  • alment um skrásetingarsamanhang – frá stovnsbókhaldi til fíggjarlóg
  • høvuðssløgini; hvat verður bókað hvar (meginreglur) sum standardkontur
  • um viðskiftir/transaktiónir


Skeiðið er ætlað
teimum, ið røkja roknskaparligar uppgávur á almennum stovnum. Grannskoðarar hjá almennum stovnum og tey, ið hava áhuga fyri roknskaparhaldi landsins, kunnu eisini fáa gleði av skeiðnum.

Forkunnleiki
Tað er ein fyrimunur at skilja grundleggjandi bókhaldslig hugtøk.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified