Debitor

23-02-2024
Nær 20. mars 2024, kl. 13.00 - 16.00
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 1.000 kr.
​Seinasta freist 18. mars 2024, kl. 12.00
   
   

Endamálið er
at læra at loysa grundleggjandi uppgávur í skuldarabókhaldinum. T.e. at skráseta, finna fram skrásetingar og yvirlit, og skriva út listar, sum eru ein hjálp í smb. við eftirlit, innheintan o.t.

Innihald
Vit læra:

  • hvussu partsskipanirnar í FSL skipanini hanga saman
  • at stovna kundar
  • at skráseta rokningar
  • at skráseta kreditnotur
  • at knýta skjøl í skrásetingina
  • at rætta konteringar í skrásettum rokningum/kreditnotum
  • at allýsa rokning/vørulinjur
  • at fyrispyrja um kunda og um rokning
  • at skriva rokningar/kreditnotur út
  • at skriva saldulista út
  • at stemma av millum Høvuðsbók (samlikonta) og Debitor (greinaður saldulisti)
  • at skráseta sjálvi og loysa uppgávur


Skeiðið er ætlað
teimum, ið javnan skráseta krøv og rokningar og teimum sum arbeiða við skuldarabókhaldi, t.d. við at stemma av og innheinta.

Forkunnleiki
Tað er ein fyrimunur at at vita um bókhaldsligu grundhugtøkini, og tað er neyðugt at hava grundleggjandi vitan um teld.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified