Fíggjarstýring í samstørvunum

10-02-2024
Nær Eftir avtalu
​Hvar Eftir avtalu
​Kostnaður ​1.000 kr.

Endamálið er
at skapa yvirlit yvir týðandi tættir í fíggjarstýringini hjá kommunalum samstørvum.

Innihald

Á skeiðnum verður dentur lagdur á

  • skipað yvirlit - m.a. samstarv og kommunur
  • ætlanartøl og møguliga búskett og framskrivingar
  • hvar finna vit tær ymsu inntøkurnar og hvør rindar hvat
  • hvussu skal millumrokningin við Gjaldstovuna og samstørvini skiljast
  • transaktiónssløg, sum løn, kreditorar, clearing, avrokning og Landsnet
  • hvussu finna vit lønir og lønarstaklutir aftur
  • hvussu bóka vit lønir, og hvat skal samstarvið síggja til
  • hvar gongur ábyrgdarbýtið millum samstarvið og Gjaldstovuna (SLA)
  • hvat skal samstarvið mánaðarliga stemma av t.d. inntøkur, kreditorar og lønir

Skeiðið er ætlað
Leiðslu og roknskaparfólkum í kommunalu samstørvunum.​

Forkunnleiki
Skilagott er at seta seg inn í SLA millum Gjaldstovuna og samstarvið.

Fortreyt
At luttakararnir hava atgongd til Leiðslukunning, lønardátur í Leiðslukunning ella Kommunalu millumrokningina.​​​​​​

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified