SharePoint og OneDrive

10-02-2024
Nær Eftir avtalu
​Hvar 1. hædd í Albert Hall
​Kostnaður 2.240 kr. uttan mvg
​Seinasta freist Eingin
Tekning Tekning fer fram á heimasíðuni hjá Synergi.
Undirvísari Tóri Slættalíð
   
   
Skipa tínar egnu og tykkara felags fílur á rætta stað og lætt um arbeiðsbyrðuna.


Fá meira at vita um skeiðið á YouTube og á heimasíðuni hjá Synergi.

Hvat er munurin ímillum SharePoint og OneDrive, nær skal tú goyma í OneDrive, og nær er betri at brúka SharePoint ?

Tað er ikki so løgið, at nógv ivast í hvat er hvat, tá tað kemur til hesi bæði forritini. Bæði eru partur av Office 365 og bæði hava dátugoymslu í skýnum. Men tey eru ikki eins og virka heldur ikki uppá sama máta.

SharePoint er ein sera góður pallur til at savna ymisk sløg av tilfarið, sum verður nýtt m.a. í verkætlanum og øðrum innanhýsis samstarvi. Tú kann lættliga gera ymiskar síður, sum vísa júst tað, sum tit hava brúk fyri at nýta.

Við OneDrive kanst tú goyma alt títt persónliga tilfar, ið bara tú skal hava atgongd til, á einum tryggum stað í skýnum. Tú hevur altíð atgongd til tilfarið, og alt verður goymt sjálvvirkandi. Við snildu deilifunkunum kanst tú samskriva við øðrum í øllum Office skjølum, og tú sleppur undan endaleysum viðfestum fílum í teldupostum.

Endamálið er
at læra fá skil á hvussu tú brúkar SharePoint og OneDrive, og ikki minst nær tú brúkar hvat...

 

Innihald
Í SharePoint lærir tú
  • at navigera, so tú veit, hvat liggur hvar
  • um listar og savnið av tilfari, har tú kanst goyma alskyns fílur
  • at gera tillagaðar síður sum lættliga vísa innihald av listum, tilfari t.d. úr Teams, kalendarum o.a.
  • at samskriva í skjøl, um útgávur har til ber at bakka aftur til eldri útgávur av skjølum, at kekka skjøl inn og út v.m.
  • at skipa tilfar, sum liggur í Teams, á ein einfaldan hátt í SharePoint
Í OneDrive lærir tú
  • um munin á OneDrive og t.d. Dropbox. Hvussu er trygdin í OneDrive
  • at stovna, strika og skipa tilfar
  • at samskriva í sama skjali, at bakka aftur til eldri útgávur og rættindi til fílur
  • at deila tilfar í OneDrive við onnur á ymiskan hátt
  • at nýta Outlook saman við OneDrive
  • at samstilla fílurnar í OneDrive við telduna, so alt verður goymt á einum tryggum stað
  • at nýta OneDrive á telefonini, m.a. til at taka trygdaravrit (backup) av myndum

Skeiðið er ætlað
teimum, ið leggja dentin á fílupartin av SharePoint, og at hetta skeiðið er sera gott til deildir og stovnar, sum vilja deila skjøl regluliga.T.e.at undirvíst verður ikki í øllum SharePoint funkunum.

Forkunnleiki og fortreyt
Tað er neyðugt at hava grundleggjandi telduførleikar.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified