Barsil

19-02-2024
Nær 21. mars 2024, kl. 13.00 - 16.00  &  6. mai 2024, kl. 9.00 - 12.00
​Hvar Albert Hall, 1. hædd
​Kostnaður 1.000 kr.
​Seinasta freist 18. mars, kl. 12.00  &  2. mai, kl. 12.00

 

Endamálið er
at læra at brúka funkuna barsil í Lønargreiðsluni. Har skulu tey starvsfólk verða skrásett, sum fara í barsil. Skrásett verður m.a., nær starvsfólk er í
barsil, umsóknin um lønarendurgjald verður avgreidd í funkuni og endurgjaldið fyri einstaka starvsfólkið sæst aftur í Lønarkunningini.

 

Innihald

Vit læra

  • at skráseta væntaðan føðidag og nær barnið verður føtt
  • at skráseta nær starvsfólkið er í barsil, t.e. mamma, pápi ella sammmóðir
  • at skráseta sjúkraskriving
  • hvussu rættindi skulu verða skrásett so sum sjúkraskriving, fleirburðar, móðir og føðing fyri viku 32
  • at skráseta at avloysari er settur
  • at finna upplýsingar um
    • hvør er í barsil
    • hvussu leingi tey eru í barsil
    • hvussu nógv løn verður goldin teimum, ið eru í barsil
    • hvat endurgjaldið er
  • at avgreiða barsilsumsóknina og senda hana til TAKS

 

Skeiðið er ætlað

teimum, ið skráseta og leysgeva løn ella arbeiða við lønartølum. Tað er bæði fyri starvsfólk á almennum stovnum og í eldrasamstørvum.

 

Forkunnleiki og fortreyt

Neyðugt er at vera upprættað/ur sum brúkari í Løngargreiðsluni og Lønarkunningini.

Gjaldstovan | Kvíggjartún 1 | FO-160 Argir | Tel: +298 35 24 00 | gjaldstovan@gjaldstovan.fo | EAN 5797100000010 | V-tal 343269 BSI Certified